12. desember 2008Nr. 108
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 11. desember 2007, verður aftaná § 12 a sett inn:
”§ 12 b. Stuðul verður veittur pensjónistum til útreiðslur í sambandi við keyp av heilivági.
Stk. 2. Stuðulin fevnir bert um heilivág, sum er heimilaður tilskot frá sjúkrakassunum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu stuðulin verður veittur, her undir reglur um egingjald.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 12. desember 2008
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 45/2008