Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2006Nr. 108
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, nr. 2 verður strikað.
2) Í § 1 verður sum stk. 2 og 3 sett:
“Stk. 2. Feløg og grunnar o.t., fevnd av stk.1, eru fult skattskyldug í Føroyum, hóast tey eru skrásett í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, um veruliga leiðslan hevur sæti í Føroyum.
Stk. 3. Persónar, feløg og grunnar o.t., sum sambært tvískattasáttmála eru heimahoyrandi í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, kunnu bert draga frá útreiðslur, sum viðvíkja inntøkum, sum Føroyar sambært sáttmálanum kunnu skatta.”
3) Í § 2, stk. 1, litra g verður aftaná “Føroyum” sett: “ella fáa avhendingarupphæddir fevndar av § 5 í kapitalvinningsskattalógini.”
4) Í § 2, stk. 1, litra j verður sum 4. pkt. sett:
“1. pkt. er ikki galdandi, um talan er um inntøku frá virksemi umborð á fiskiskipi, sum siglir uttan fyri føroysku landleiðirnar, og sum fiskar av kvotum, sum reiðaríið sjálvt hevur útvegað sær.”
5) § 3, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Toll- og Skattaráð Føroya kann gera av, at persónur, sum verður skattaður eftir § 1, fær fult ella partvíst skattafrælsi, um so er, at inntøkan er fingin í sambandi við kirkjulig ella manngóð endamál í øðrum landi.”
6) § 7, stk. 2 verður strikað.
7) § 29a, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:
“Toll- og Skattaráð Føroya kann eftir umsókn loyva, at persónur undir fullari skattskyldu til Føroya verður frítikin fyri inntøkuskatt av løn og aðrari samsýning, vunnin fyri arbeiði, sum stovnur, ið fremur altjóða menningarsamstarv, skipar fyri og fíggjar, um so er, at arbeiðið fyri lønina og samsýningina er gjørt í einum menningarlandi, og persónurin er útsendur av slíkum stovni.
Stk. 2. Persónur, sum verður útsendur og løntur av fyritøku, ið hevur gjørt avtalu við stovn, ið fremur altjóða menningarsamstarv, er eisini fevndur av stk. 1.”
8) Aftaná § 29 a verður sett:
“§ 29 b. Til skattskyldugu inntøkuna teljast ikki:
Til skattskyldugu inntøkuna teljast ikki samsýning til dómarar, linjuverjar, umframt til venjarar innan ítróttina, og leiðarar, hjálparar hjá ítróttafeløgum, um samsýningin ikki fer upp um kr. 15.000 um árið.
Stk. 2. Persónar, sum fáa samsýning eftir reglunum í stk. 1, kunnu ikki samstundis fyri sama virksemi fáa skattafríar veitingar eftir § 29, nr. 7 í hesi lóg uttan so, at talan er um ferðing uttanlands í arbeiðsørindum.
Stk. 3. Tann, sum rindar út samsýning eftir reglunum í stk. 1, skal rinda samsýningina um eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað eftir reglunum í § 63 í hesi lóg.”
9) § 35 a verður orðað soleiðis:
“Tá skattskyldug inntøka verður gjørd upp, verður sølupeningur fyri “goodwill” og aðrar immateriellar ognir, sum verða nýtt vinnuliga, tikin við sum skattskyldug inntøka søluárið.
Stk. 2. Keypspeningur fyri goodwill og aðrar immateriellar ognir jbr. stk. 1, kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni við eins stórum upphæddum keypsárið og 9 næstkomandi árini. Fevnir ein rættur o.t. um eitt ávíst tíðarskeið, skal keypspeningurin tó verða drigin frá við eins stórum upphæddum yvir alt tíðarskeiðið.
Stk. 3. Keypspeningur fyri goodwill og aðrar immateriellar ognir sambært stk. 1, ið ikki er drigin frá í skattskyldugu inntøkuni, kann dragast frá í sølupeninginum av somu ognum, ella dragast frá tað árið, virkið heldir uppat. Eru ognirnar framhaldandi ogn hjá virkinum, kunnu tær dragast frá yvir 10 ár eftir reglunum í stk. 2."
Stk. 4. Móttøka og avhending av ognarlutum sum gáva ella arvaforskot verður javnmett við keyp og sølu. Flytur skattgjaldari ognarlut frá vinnuligari nýtslu til eginnýtslu ella frá eginnýtslu til vinnuliga nýtslu, verða slíkir flutningar javnmettir við sølu. Keypspeningurin og sølupeningurin er virðið í vanligum handli um avhendingarmundið.
10) Í § 61, litra b verður aftaná “landi”, sett: “, uttan so at hesi eru skattskyldug eftir § 2, stk. 1, litra d ella stk. 3 í hesi lóg”.
11) § 154, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3 verður hereftir stk. 2.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá inntøkuárinum 2007.
Tórshavn, 13. desember 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 27/2006