Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. november 2012Nr. 108
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
(Avgjaldsfrítøka fyri bjargingarbátar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 1 verður “2710.19.61” broytt til: “2710.19.48”, “2710.19.62” broytt til: “2710.19.43” og “2710.19.70” broytt til: “2710.19.68”.
2) § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Bjargingarbátar hjá sjálvbodnum bjargingarfeløgum, har øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt, hava rætt til at fáa endurrindað tað avgjald, sum tey hava goldið sbrt. § 1. Tað er ein treyt, at hesir bjargingarbátar ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi, tó eru gjøld fyri sleip, bjarging og aðrar smærri uppgávur undantikin. Umsókn um endurgjald skal sendast til TAKS.”
3) § 2, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Niðanfyri standandi meirvirðisgjaldsskrásettu virki:
1) Garðsyrki og plantuskúlar
2) Fiskaaling
3) Ídnaður
4) Gistingarhús
5) Vallaraheim
6) Farmaflutningsvirki
hava rætt til at fáa endurgoldið avgjaldið, sum tey hava goldið sambært § 1 av vørunumrunum:
2710.19.48 (fýringsolja)
2710.19.43 (autodieselolja) og
2710.19.69 (aðrar gassoljur).”
4) Í § 2, stk. 5 verður “stk. 3” broytt til: “stk. 4”.
5) Í § 1, stk. 4, § 2, stk. 2 og § 3a, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.
6) Í § 1, stk. 2 og tvær ferðir í § 3 a, stk. 2 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2012.
Tórshavn, 19. november 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 14/2012