20. desember 2002Nr. 108
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð verður § 2, stk. 1 orðað soleiðis:
“§ 2. Játtanin til verkætlanina stór kr. 205 mió verður ásett á fíggjarlóg soleiðis:
1) kr. 32,5 mió í 2002,
2) kr. 32,5 mió árliga í eitt fýra ára skeið, fyrstu ferð í 2005, og
3) kr. 42,5 mió í 2009.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 20. desember 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður