Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. desember 2010Nr. 109
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg 1)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 26. mai 2010, verður § 32 a, orðað soleiðis:
“§ 32 a. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovnseta skipanir, ið hava til endamáls at veita persónliga hjálp og røkt og stuðul til neyðugar praktiskar uppgávur á bústaðnum.
Stk. 2. Hjálpin kann veitast í styttri ella longri tíðarskeið vegna serligar umstøður í samband við barnsburð, sjúku, eftirbata ella til at taka sær av brekaðum barni ella vaksnum á bústaðnum. Persónar kunnu eisini fáa hjálp í longri tíðarskeið, um hesir hava tørv á meiri støðugari hjálp.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um:
1) Hvussu skipanin skal skipast og virka.
2) Útbúgving, setan og arbeiðsumstøður hjá starvsfólkunum.
3) Tað gjald, ið skal rindast fyri at fáa hjálp.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 8. desember 2010
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 34/2010
1) Broytt við kunngerð nr. 119 frá 17. desember 2010, har § 2 er soljóðandi: “Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 15. desember 2010.