13. desember 2006Nr. 109
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, nr. 4 verður eftir ”kilometrar” sett: ”,sbr. tó stk. 2”.
2) Í § 1 verður sum stk. 2 sett:
”Stk. 2. Fyri ferðing sjóvegis, loftvegis og gjøgnum undirsjóvartunlar verður stuðul veittur við eini upphædd fyri hvønn túr sær.”
§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2006.
Tórshavn, 13. desember 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 26/2006