Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Løgmansskrivstovan
  • Útgávudagur: 17-12-1987
Valmøguleikar
Tín lógalisti

17. desember 1987Nr. 109

Løgtingslóg um alment kunngerðablað, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 14. desember 2012

§ 1. Frá 1. oktober 1988 stílar landsstýrið fyri útgávu av einum almennum kunngerðablaði: Kunngerðablaðið.

§ 1 a. 1) Landsstýrið stendur fyri rakstri av einum talgiltum Kunngerðablaði.

Stk. 2. Landsstýrið ásetir nærri reglur um útgávu av talgiltum Kunngerðablaði, heruppií reglur um trygd, goymslu, útsjónd, lýsingarprís, gjald fyri serligar tænastur, freistir o.a.

§ 2. Í Kunngerðablaðið skulu allar løgtingslógir og kunngerðir, reglugerðir og aðrar almennar fyriskipanir yvirhøvur givnar av landsstýrinum lýsast.

Stk. 2. 1) Í Kunngerðablaðnum kunnu eisini takast upp:

1)   1) Lýsingar, fráboðanir, rundskriv, leiðbeiningar o.t. frá tí almenna.

2)   1) Kunngerðir, reglugerðir og aðrar almennar fyriskipanir yvirhøvur frá øðrum almennum stovnum enn landsstýrinum.

3)   1) Fráboðanir frá privatum í rættarviðurskiftum.

§ 3. Frá 1. oktober 1988 er lýsingin í Kunngerðablaðnum einasti bindandi kunngerðarhátturin av løgtingslógum v.m. eftir § 2, 1. stk. Verða tær í § 2, 2. stk. nevndu kunngerðir v.m. lýstar í kunngerðablaðnum, hevur lýsingin sama lóggildi sum lýsing av løgtingslógum v.m., hesin kunngerðarháttur er tó eingin treyt, um viðkomandi løgtingslóg sjálv ikki krevur hann.

Stk. 2. 1) Tá ið onki er tilskilað í løgtingslógini, kunngerðini o.a., kemur hon í gildi við byrjan av tí døgninum, sum kemur aftan á tað døgnið, tá hon er tikin upp í Kunngerðablaðið.

§ 4. 1) Kunngerðablaðið kemur út so ofta tørvur er.

Stk. 2. 1) Einhvør upptøka í Kunngerðablaðið skal upplýsa, hvønn dag upptøkan er framd.

§ 5. 2) 1) (Strikað).

§ 6. 2) Landsstýrinum er heimilt eftir avtalu við ríkisstýrið ella ríkismyndugleikar og aðrar myndugleikar í Kunngerðablaðnum at upptaka lógir, kunngerðir, lýsingar o.t.

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 14. desember 2012, har § 2 er soljóðandi: “Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær lógin kemur í gildi.” (Er sett í gildi við kunngerð nr. 134 frá 17. desember 2012.)

2) Broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 30. mars 1990, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 1990.”