Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2002Nr. 109
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Fyri vinningsbýti verður roknað alt, ið felag útlutar partabrævaeigara, lutahavara o.ø.l. Útlutan av frípartabrøvum, frílutaprógvum eins og útlutanir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felag verður endaliga avtikið, eru ikki at rokna sum vinningsbýti. 1. pkt. er ikki galdandi, tá eitt felag heldur uppat sambært lóg um skattafríar samanleggingar.”
2) § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Útlutanir í tí inntøkuári, tá eitt felag verður endaliga avtikið, verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending.”
3) Í § 1 verður sum nýtt stk. 4 sett:
“Toll- og skattaráð Føroya kann loyva, at útlutanir í sambandi við niðurskriving av partapeningi verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending.”
4) § 1, stk. 4 og 5 verða hereftir stk. 5 og 6.
5) § 10, stk. 2, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“Renta av ov nógv goldnum skatti og avgjøldum.”
6) Í § 13, stk. 7 verður “5” broytt til “6”
§ 2
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at lógin er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003.
Tórshavn, 20. desember 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður