Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mars 2024Nr. 11
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Grønar hitaloysnir og talgildir fjølmiðlar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 22. mai 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3 d, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tey, sum gera íløgur í góðkendar hitapumpuskipanir til upphiting og heitt vatn í sethúsum og bygningum, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið part av meirvirðisgjaldinum av íløgukostnaðinum til hitapumpu, útbúnað og arbeiðsløn. Í 2024 verður alt meirvirðisgjaldið endurgoldið. Í 2025 verða 75% av meirvirðisgjaldinum endurgoldin, í 2026 verða 50% av meirvirðisgjaldinum endurgoldin, og í 2027 verða 25% av meirvirðisgjaldinum endurgoldin. Í 2028 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið. Fyri at koma undir endurgjaldsstigið eitt ávíst ár, er tað ein treyt, at arbeiðið er gjørt og goldið tað árið.”
2. Í § 3 d, stk. 3 verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett:
“2) móttøkuváttan frá IRF ella Kommunalu Brennistøðini um burturbeining av oljufýrsútbúnaði fylgja við umsóknini, tá talan er um uppsetan av hitapumpuskipan í hús og bygningar, sum áður hava brúkt oljufýrsútbúnað til upphiting.”
Nr. 2-5 verða eftir hetta nr. 3-6.
3. Í § 3 d, stk. 3, nr. 3 verður “31. desember 2025” broytt til: “31. desember 2027”.
4. Í § 3 d, stk. 3, nr. 4 verður “31. mars 2026” broytt til: “31. mars 2028”.
5. § 12, stk. 1, litra h verður orðað soleiðis:
“h) Søla av tíðindabløðum, undir hesum talgildum tíðidabløðum, og prenting fyri tíðindabløð.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 1-4 hava virknað frá 1. januar 2024.
Stk. 3. § 1, nr. 5 hevur virknað frá 1. ársfjórðingi 2024.
§ 3
§ 1, nr. 2 er einans galdandi fyri arbeiði gjørt í 2024 ella seinni.
Í Tinganesi, 7. mars 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 55/2023