Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. februar 2019Nr. 11
Løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk
(Varskógvaralógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Endamál og allýsingar
§ 1. Varskógvaraskipanin hevur til endamáls at tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk í sambandi við fráboðanir um óreglusemi o.a. í fyrisitingini.
Stk. 2. Varskógvaraskipanin er galdandi fyri allar partar av almennu fyrisitingini, sbr. § 1, stk. 1 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg, tó ikki kommunur, kommunal virkir og stovnar.
Stk. 3. Varskógvaraskipanin kemur ikki í staðin fyri tær reglur og mannagongdir, sum frammanundan eru galdandi um skeiva fyrisiting ella óreglusemi í almennari fyrisiting.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av varskógvaraskipanini. Landsgrannskoðanin umsitur varskógvaraskipanina.
Stk. 5. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovna elektroniskan varskógvaraportal.
Virkisøki
§ 2. Øll, sum starvast í almennu fyrisitingini, avmarkað sbrt. § 1, stk. 2, hava rætt til í góðvarni at boða frá óreglusemi í fyrisitingini uttan at óttast, at hetta fær starvsrættarligar avleiðingar.
Stk. 2. Starvsfólk kann navngivið lata inn upplýsingar eftir stk. 3. Landsgrannskoðanin skal tryggja, at navnið á starvsfólki, ið varskógvar, verður viðgjørt í trúnaði og ikki verður sent øðrum myndugleika, um Landsgrannskoðanin fer víðari við málinum.
Stk. 3. Hesi viðurskifti eru fevnd av varskógvaraskipanini:
1) Týðandi ella afturvendandi feilir, óreglusemi og vansketni í málsviðgerð, fyrisiting og borgaraavgreiðslu,
2) týðandi brot á innanhýsis mannagongdir og rundskriv,
3) grundaður illgruni um grov lógarbrot og grundaður illgruni um, at løgfrøðiligu skyldur landsins verða skúgvaðar til viks, og
4) starvsfólk, ið hava verið fyri neiligum starvsrættarligum avleiðingum, tí tey hava boðað frá óregluligum viðurskiftum o.tíl., fevnd av nr. 1-3.
Stk. 4. Upplýsingar eftir stk. 3, nr. 1-3, skulu viðgerast við øllum neyðugum fyrilitum. Upplýsingarnar verða brúktar til at betra um fyrisitingina og til at byrgja fyri óreglusemi og skeivari fyrisiting.
Uppgávur Landsgrannskoðanarinnar
§ 3. Landsgrannskoðanin tekur ímóti og viðger fráboðanir og upplýsingar, heruppií persónsupplýsingar eftir § 9, stk. 1, sbr. § 2, nr. 1 í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, og letur síðani rætta myndugleika upplýsingarnar, sbr. § 5.
Stk. 2. Landsgrannskoðanin kann ikki áleggja myndugleikum og stovnum at seta ávísar fyriskipanir í verk í málum, sum verða fráboðað um varskógvaraskipanina. Metingar, niðurstøður og ummæli Landsgrannskoðanar kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 3. Landsgrannskoðanin og starvsfólk hennara, sum arbeiða við varskógvaraskipanini, hava tagnarskyldu um øll viðurskifti, sum tey fáa kunnleika til um hesa skipan, sbr. § 152 og §§ 152 c-152 f í revsilógini.
Viðgerð av upplýsingum
§ 4. Starvsfólk, sum letur upplýsingar eftir § 2, skal verða kunnað um, hvussu Landsgrannskoðanin viðger upplýsingarnar. Starvsfólkið velur sjálvt, um tað vil verða kunnað um, hvussu málið verður viðgjørt og endað. Henda kunning kann vera avmarkað av tagnarskylduni.
Stk. 2. Landsgrannskoðanin metir um allar fráboðanir, sum verða latnar um varskógvaraskipanina. Metast skal um viðurskiftini, sum fráboðanin viðvíkur, um hvussu grov viðurskiftini eru, og um møguleikarnar fyri at skjalprógva fráboðaðu viðurskiftini við støði í teimum upplýsingum, sum eru latnar Landsgrannskoðanini.
Stk. 3. Landsgrannskoðanin skal, samsvarandi ásetingini í § 6 í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina, skjalfesta allar týðandi upplýsingar, sum ikki verða latnar skrivliga.
Stk. 4. Landsgrannskoðanin skal vísa frá sær allar upplýsingar, sum ikki viðvíkja teimum í § 2 nevndu viðurskiftum, ella sum ikki eru týðandi.
Stk. 5. Ger Landsgrannskoðanin av, at ein fráboðan ikki verður viðgjørd, verður starvsfólkið, sum hevur boðað frá, kunnað.
Stk. 6. Um Landsgrannskoðanin ger av, at ein fráboðan ikki verður viðgjørd, skal Landsgrannskoðanin, í tann mun tað ber til, vegleiða starvsfólk um aðrar hættir at boða frá umrøddu viðurskiftum.
Innanhýsis kanningar
§ 5. Er talan um upplýsingar um týðandi feilir ella óreglusemi, og ber til at skjalprógva upplýsingarnar, sbr. § 4, stk. 2, skal Landsgrannskoðanin lata avvarðandi aðalstjóra upplýsingarnar.
Stk. 2. Landsgrannskoðanin skal altíð lata avvarðandi aðalstjóra upplýsingarnar, um upplýsingarnar snúgva seg um viðurskifti eftir § 2, stk. 3, nr. 4.
Stk. 3. Letur Landsgrannskoðanin avvarðandi aðalstjóra upplýsingar eftir stk. 1 og 2, er tað skylda aðalstjórans at seta í verk, fylgja við og enda eina kanning.
Stk. 4. Snúgva upplýsingarnar eftir stk. 1 og 2 seg um ein aðalstjóra, skulu upplýsingarnar latast løgmansstjóranum, sum fremur kanning eftir stk. 3. Snúgva upplýsingarnar eftir stk. 1 og 2 seg um løgmansstjóran, skulu upplýsingarnar latast aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum, sum fremur kanning eftir stk. 3.
Stk. 5. Kanningar eftir stk. 3 og 4 skulu fremjast eftir reglunum í løgtingslóg um fyristingarlóg og løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum og í samsvari við góðan fyrisitingarsið.
Stk. 6. Beint, sum ein kanning eftir stk. 3 ella 4 er endað, verður frágreiðing um kannaðu viðurskiftini latin Landsgrannskoðanini.
Frágreiðing og kunning
§ 6. Tá ið Landsgrannskoðanin hevur fingið ta í § 5, stk. 6 nevndu frágreiðing, letur hon gera skrivligt ummæli um málið. Landsgrannskoðanin kann í hesum sambandi eisini koma við tilmælum.
§ 7. Landsgrannskoðanin letur aðalstjóranum, sum hevur sett í verk og endað eina kanning eftir § 5, stk. 3 og 4, ummæli sítt. Ummælið verður eisini latið løgmansstjóranum og aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum.
Stk. 2. Aðalstjórin skal skrivliga boða Landsgrannskoðanini, løgmansstjóranum og aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum frá, um hann ikki hevur í hyggju at fylgja møguligum tilmælum frá Landsgrannskoðanini. Grundgevast skal fyri avgerðini.
Gildiskoma
§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2019.
§ 9. Landsstýrismaðurin skal eftir tveimum árum leggja fram fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, herundir um broytingar mugu gerast í lógini.
Í Tinganesi, 19. februar 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 4/2018