Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. februar 2010Nr. 11
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 17. august 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 9, stk. 4 verður aftaná ”avreiðing av veiðu uttanlands” sett ”til 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað”.
2) § 19 verður orðað soleiðis:
”§ 19. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at tal av nýttum fiskidøgum, ella nýtslan av egnari árskvotu, skal hækkast við upp til 30%, um meira enn 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað, ikki fer um eina føroyska innvigingarskipan. Landsstýrismaðurin kann loyva øðrum skipum í bólkinum at veiða kvoturnar, sum verða roknaðar sum nýttar.
Stk. 2. Tá avreiðing av veiðu uttanlands er avmarkað við heimild í § 9, stk. 4, og skip avreiða meir enn loyvdu nøgdina uttanlands, skal eigari av fiskifari, sum ikki er undir fiskidagaskipan, rinda avgjald. Avgjaldið verður roknað sum 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd ov nógv uttanlands.
Stk. 3. Tá fiskidagar ella egin árskvota verða hækkað eftir reglum við heimild í stk. 1, verður hækkingin fyri seinasta uppgjørda tíðarskeiðið í einum fiskiári tikin av rættindunum hjá loyvishavara komandi fiskiárið.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2010.
Tórshavn, 26. februar 2010
Kaj Leo Johennesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 75/2009