28. januar 2021Nr. 11
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn
(Sambýlið á Mýrini í Hoyvík)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 59 frá 30. apríl 2018 um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á lógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg
um
at byggja ein vardan bústað í Tórshavn”
2. Í § 1, stk. 1 verður “tveir vardar bústaðir” broytt til: “ein vardan bústað” og “§ 32 í forsorgarlógini” broytt til: “§ 46 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur”.
3. Í § 1, stk. 2 verður “58 mió. kr.” broytt til: “46 mió. kr.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 28. januar 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 63/2020