Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 03-10-1988
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. oktiber 1988Nr. 111

Løgtingslóg nr. 111 frá 3. oktober 1988 um vardar íbúðir

§ 1. Eftir reglunum í hesi lóg verður studningur latin til vardar íbúðir, sum hava til endamáls at hýsa avlamisfólki og eldri fólki, og fólki annars, sum tørva at búgva í vardum umhvørvi, og tryggja teimum eitt gott og hóskandi tilhald.

§ 2. Studningur verður latin til:

1)   bygging av nýggjum vardum íbúðum.

2)   keyp og umbygging av verandi bygningum til vardar íbúðir.

3)   rakstrarstudning til rentur og avdráttir.

§ 3. Studningur kann veitast upp til 40% av byggikostnaðinum ella av keypsprísi og umbyggingarkostnaði.

§ 4. Studningur verður veittur sum rentu- og avdráttarfrítt lán við pantirætti í ognini innanfyri 90% av virðinum.

§ 5. Í rakstrarstudningi kann veitast upp til 50% av útreiðslunum til rentur og avdráttir av upprunaligu prioritetslánunum.

§ 6. Studningurin verður latin til stovnar, sum einans hava til endamáls at byggja (stovnseta) og reka vardar íbúðir. Stovnurin skal vera sjálveigandi stovnur og hava viðtøkur, sum eru góðkendar av landsstýrinum.

Stk. 2. Verða vardu íbúðirnar ikki longur nýttar til endamálið, ella seldar, fellur ognin/nettosøluprísurin til landskassan, og ger landsstýrið av, hvussu ognin/peningurin skal nýtast.

§ 7. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.