9. desember 2010Nr. 111
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtinglóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 12. desember 2008, verður gjørd hendan broyting: Í § 2 verður „3%“ broytt til: „1%“.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar mánaði 2011.
Tórshavn, 9. desember 2010
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 18/2010