11. desember 2007Nr. 111
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2000 um Fyribyrgingarráð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Heitið “Løgtingslóg um Fyribyrgingarráð” verður broytt til: “Løgtingslóg um Fólkaheilsuráð”.
2) Í § 1 verður “Fyribyrgingarráðið” broytt til: “Fólkaheilsuráðið”.
3) Í § 1 verður eftir 4) sett:
“5) at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd”.
4) Í § 2 verður “fyribyrgingarráðnum” broytt til: “Fólkaheilsuráðnum”.
5) Í § 5 verður “fyribyrgingarráðnum” broytt til: “Fólkaheilsuráðnum”.
6) Í § 7 verður “Fyribyrgingarráðið” broytt til: “Fólkaheilsuráðið”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.
Tórshavn, 11. desember 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 60/2007