Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. oktober 2023Nr. 111
Løgtingslóg um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka
(Rúsdrekkalógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Endamál og allýsing
§ 1. Endamálið við hesi løgtingslóg er at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið.
§ 2. Sum rúsdrekka er at skilja allur løgur, sum hevur minst 2,8 rúmprosent av alkoholi í sær.
Stk. 2. Sum rúsdrekka verður ikki roknað heilivágur, sum bert er loyvdur apotekum at selja eftir apotekaralóggávuni, hóast hesi hava í sær eitt alkoholrúmprosent, ið fer upp um 2,8.
Framleiðsla og innflutningur
§ 3. Tað er ikki loyvt at innflyta, framleiða ella selja rúsdrekka, sum í sær hevur meira enn 60 rúmprosent av alkoholi, ella gera drekkandi tær í § 4, stk. 2, nevndu vørur.
§ 4. Uttan mun til ásetingina í § 3 kunnu góðkend framleiðsluvirki innflyta rúsdrekka og ethanol við meira enn 60 rúmprosentum av alkoholi at brúka til rúsdrekkaframleiðslu.
Stk. 2. Apoteksverkinum er loyvt at innflyta og selja ethanol til tekniska nýtslu og til heilivágsframleiðslu eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
Stk. 3. Treytað av, at landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til tess og treytað av, at virksemið fer fram í hóskandi høli og undir hóskandi eftirliti, kunnu fyritøkur og einstaklingar flyta inn smærri nøgdir av rúsdrekka og ethanoli til royndir og vørumenning. Tað er ikki loyvt at selja ella lata rúsdrekka, sum verður framleitt eftir hesi áseting.
§ 5. Rúsdrekka kann bara framleiðast á góðkendum framleiðsluvirki, samanber tó § 4, stk. 3.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann loyva rúsdrekkaframleiðslu, treytað av, at framleiðsluhølini eru góðkend, og treytað av, at framleiðarin og tollvaldið hava avtalað, hvussu alkoholavgjaldið verður roknað og goldið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir fyri hesi framleiðslu, undir hesum treytir fyri góðkenning, reglur um eftirlit við framleiðsluni o.a.
Innflutningur av rúsdrekka
§ 6. Rúsdrekkasøla Landsins hevur einkarætt at innflyta rúsdrekka, samanber tó §§ 7 og 8.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur fyri skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins.
§ 7. Ásetingin í § 6 er ikki galdandi fyri innflutning av víni, ætlað til altarnýtslu.
§ 8. Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum koma til landið við flogfari ella skipi, kunnu taka við sær rúsdrekka til egna nýtslu eftir reglum, ásettar í kunngerð.
Søla og útflýggjan
§ 9. Rúsdrekkasøla Landsins hevur einkarætt at selja rúsdrekka, samanber tó stk. 2.
Stk. 2. Loyvisnevndin kann heimila fyritøkum, sum framleiða rúsdrekka í Føroyum, at selja egna framleiðslu á framleiðslustaðnum eftir reglunum í § 7 í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi.
Stk. 3. Framleiðsla, nevnd í stk. 2, kann seljast Rúsdrekkasølu Landsins, eins og framleiðslan kann seljast beinleiðis til flogfør og skip í altjóða sigling, til tollfríar sølubúðir á flogvøllinum og á skipum í altjóða sigling, og til provianteringsfyritøkur, ið selja proviant til flogfør og skip í altjóða sigling. Tollvaldið hevur eftirlit við hesi sølu.
Skyldur hjá rúsdrekkaseljarum
§ 10. Tað er ikki loyvt at selja persónum, yngri enn 18 ár, rúsdrekka, ella at selja persónum rúsdrekka, um tað er sannlíkt, at hetta er ætlað øðrum, sum ikki lúka treytirnar fyri at keypa rúsdrekka.
Stk. 2. Tann, sum selur, skeinkir ella letur skeinkja rúsdrekka, skal, um neyðugt við at síggja samleikaprógv, tryggja sær, at keyparin ella móttakarin er 18 ár ella eldri.
§ 11. Í miðlum, undir hesum eisini talgildum miðlum og øðrum miðlum, sum venda sær til ein skara í Føroyum, er ikki loyvt at lýsa við sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka.
§ 12. Tað er ikki loyvt at útflýggja rúsdrekka frá handlum og líknandi handilshølum hjá handlum, fyritøkum ella á almennum støðum á ein hátt, ið kann metast við útskeinking.
Revsing
§ 13. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir lóggávuni annars, verður við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í §§ 3-5 og 10-12. Viðvirkan verður revsað á sama hátt.
Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir verður revsaður tann, sum ikki lýðir boð ella forboð, givin eftir løgtingslógini ella eftir reglum, givnar við heimild í løgtingslógini.
Stk. 3. Revsingin kann herðast til fongsul í upp í 1 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtøku.
Stk. 4. Í reglum, givnar við heimild í løgtingslógini, kann verða ásett, at brot á reglurnar ella treytir, givnar eftir reglunum, verður revsað við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir.
Stk. 5. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 6. Tá ið sekt verður ásett eftir stk. 1 og 2, ella eftir reglum, givnar við heimild í løgtingslógini, skal fyrilit havast fyri fíggjarliga vinninginum, sum er fingin ella ætlaður var at fáa við brotinum.
Gildiskoma
§ 14. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka úr gildi.
Broyting í aðrari lóggávu
§ 15. Í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1 verður “ølsølur” broytt til: “rúsdrekkaframleiðarar”.
2. § 1, stk. 3, nr. 11 verður strikað.
3. Yvirskriftin yvir § 7 og § 7 verða orðaðar soleiðis:
“Søla av egnari framleiðslu
§ 7. Loyvisnevndin kann loyva rúsdrekkaframleiðarum í Føroyum og rúsdrekkaframleiðarum, ið eru fevndir av Hoyvíkssáttmálanum, á egnum sølustað at selja ella lata egna framleiðslu sína av øli og cider, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi.
Stk. 2. Uttan mun til ásetingina í stk. 1 kann Loyvisnevndin heimila rúsdrekkaframleiðarum at bjóða ella selja vitjandi egna framleiðslu, ið Rúsdrekkasøla Landsins annars hevur einkarætt at selja.
Stk. 3. Loyvisnevndin kann taka aftur loyvi eftir stk. 1 og 2 eftir ásetingunum í § 16, um framleiðarin hevur brotið treytirnar fyri loyvinum. Afturtøkan kann verða avmarkað til ávís sølustøð.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri loyvi eftir stk. 1 og 2.”
Í Tinganesi, 20. oktober 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 3/2023