27. november 2026Nr. 111
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Hækkan av inntøkumarki fyri mótrokning í lestrarstuðli - fylgilóg til FLU27)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 174, frá 29. desember 2011 og seinast broytt við løgtingslóg nr. 183 frá 24. november 2025, verður í § 8 a, stk. 1, “§ 7, stk. 1, 2. pkt.” broytt til: “§ 7, stk. 1” og “kr. 20.000” broytt til: “kr. 30.000”
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2027.
Í Tinganesi, 27. november 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 32/2026