Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. september 2011Nr. 112
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 18. august 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 7 a verður sum stk. 2-8 sett:
“Stk. 2. Hóast framman fyri standandi kunnu eigarar av fiskiførum avhenda fiskidagar, sbrt. § 14, stk. 1 og 2, fyri eitt ár í senn. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota, sbrt. § 15, stk. 1, kann somuleiðis avhendast fyri eitt ár í senn. Farið verður fram eftir vanligu reglunum í hesi lóg.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta, hvussu toskavirðið, sbrt. stk. 1, nr. 7, verður gjørt upp.
Stk. 4. Nærstandandi, sbrt. stk. 1, eru hjúnafelagi, foreldur, omma, abbi, børn, barnabørn, systkin og hjúnafelagar hjá børnum, barnabørnum ella systkjum
Stk. 5. Virksemi, har feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, høvdu rætt til meira enn mest loyvda ásett í stk. 1, áðrenn henda lóg kemur í gildi, kann halda fram, men kann ikki økjast.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá ásetingunum í stk. 1.
Stk. 7. Broytingar í ognarviðurskiftunum skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram. Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at eigarar fara upp um hámarkið í stk. 1, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist. Koma viðurskiftini ikki í rættlag, fellur veiðiloyvið burtur.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við viðgerðina av málinum krevja allar neyðugar upplýsingar frá eigarum, nevndarlimum, ráðgevum, virkjum o.ø. um eigaraviðurskiftini og um veiðu fyri at tryggja, at treytirnar í stk. 1 eru loknar.”
2) Í § 29, stk. 1 verður
| ”Bólkur 3: | Línuskip yvir 110 tons | 2.657 fiskidagar” |
| broytt til: |
|
|
| ”Bólkur 3: | Línuskip yvir 110 tons | 2.567 fiskidagar” |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. september 2011.
Tórshavn, 2. september 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 47/2011