Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. desember 2007Nr. 112
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 2, 2. pkt. verður strikað.
2) Í § 2 verða aftaná stk. 2 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Afturat pensjónini sbrt. § 6 og § 7, verður veitt ein avlamisviðbót.
Stk. 4. Afturat pensjónini sbrt. § 8 verður veitt ein eyka viðbót.”
Stk. 3 og 4 verða hereftir stk. 5 og 6.
3) Í § 6 verður “60” broytt til: “67”.
4) Í § 7, nr. 1 verður “60” broytt til: “67”, og nr. 2 verður strikað.
Nr. 3 verður hereftir nr. 2.
5) Í § 8a, stk. 1 verður “og 2” strikað.
6) Í § 9 verður “og 2” strikað.
7) Í § 18, stk. 2 verður eftir “og viðbøturnar” sett: “, sbrt. § 2, stk. 2 og 4,”.
8) Í § 19 verða sum stk. 2, 3, 4 og 5 sett:
“Stk. 2. Viðbótin til fyritíðarpensjón sbrt. § 2, stk. 2 verður lækkað við 30% av inntøkugrundarlagi pensjónistsins sbrt. § 20. Skiftisupphæddin til fyritíðarpensjónistar sbrt. § 7, stk. 2 í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum verður lækkað á sama hátt í framhaldi av viðbótini.
Stk. 3. Eykaviðbótin til fyritíðarpensjón sambært § 2, stk. 4 verður lækkað eftir somu reglum, sum viðbótin sbrt. stk. 2. Lækkingin av viðbótini til lægstu fyritíðarpensjón verður gjørd í framhaldi av lækkingini av eykaviðbótini.”
Stk. 4. Grundupphæddin til fyritíðarpensjón sambært § 2, stk. 2 verður lækkað í framhaldi av og eftir somu reglum, sum lækkingin av viðbótini og eykaviðbótini sbrt. stk. 2 og 3.”
Stk. 5. Pensjónin dettur burtur, tá hon er minni enn 1/40 av grundupphæddini.”
9) Í § 24, stk. 3 verður “ nr. 3” broytt til: “nr. 2”, og “pensionisturin” broytt til: “pensjónisturin”.
10) § 24, stk. 2 verður strikað. Stk. 3 verður hereftir stk. 2.
11) Í § 25, stk. 1 verður “og 2” strikað.
12) Í § 42, stk. 1 verður “og 2” strikað.
13) Í § 42, stk. 2 verður “§ 7, stk. 1, nr. 3” broytt til: “§ 7, stk. 1, nr. 2”.
14) Aftan á § 45 verður sett:
“§ 46. Persónar, ið áðrenn 1. januar 2009 hava fingið tillutað miðal ella lægstu fyritíðarpensjón aftan á fylta 60. árið, kunnu søkja um broyting av pensjón eftir nýggju reglunum. Broyting í pensjónsstigi verður galdandi frá 1. í mánaðinum aftan á dagfestingina fyri móttøku av umsóknini.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.
Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 3-6 og nr. 9-14 í gildi 1. januar 2009.
Tórshavn, 11. desember 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 71/2007