Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. november 2026Nr. 112
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)
(Flyta innkrevjing, ábyrgd og málsviðgerð av heilsutrygdargjaldi til TAKS at umsita)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 29. mai 2024, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 24, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Tá ið umsøkjarin ikki longur rindar heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi, hevur hann skyldu at boða TAKS frá hesum.”
2. § 24, stk. 3, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“TAKS rindar kostnaðin av hesum.”
3. Í § 24 verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Ásetingarnar í §§ 8 og 9 í løgtingslógini um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi eru samsvarandi galdandi fyri at áseta, broyta ella taka upp aftur gjald til heilsutrygd.”
4. § 26, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Til nýtslu í sambandi við umsókn um gjaldsundantøku sambært § 24, stk. 2, kann TAKS útvega sær upplýsingar frá øðrum viðkomandi myndugleikum.”
5. § 26, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Hevur persónur givið TAKS skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tagt um umstøður, sum hava týdning fyri gjaldsundantøku sambært § 24, stk. 2, kann TAKS eftirfylgjandi krevja inn gjaldið, ið viðkomandi av órøttum ikki hevur goldið.”
6. Sum yvirskrift yvir § 28 verður sett:
“Revsiáseting”
7. § 28 verður orðað soleiðis:
“§ 28. Um ikki hægri revsing er ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum letur TAKS skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella ikki letur upplýsingar sambært § 26.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 27. november 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 38/2026