Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 1998Nr. 112
Løgtingslóg um minstuløn og dagstudning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 6. mai 2003
§ 1. 1) 2) Inntøkutrygd, sambært hesi lóg, verður veitt fiskimonnum við bústaði í Føroyum, sum:
1) eru mynstraðir við fiskiskipi, sum er 30 tons ella størri og skrásett í Føroyum,
2) eru mynstraðir við fiskiskipi, minni enn 30 tons og skrásett í Føroyum, um skipið rekur fiskiskap uttan fyri føroysku landleiðirnar.
Stk. 2. 1) Persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans, verður veitt inntøkutrygd, sambært ásetingunum í stk. 1, hóast teir ikki hava bústað í Føroyum.
Stk. 3. Fiskimenn, sum eru við fiskiskipum, sum fáa engdar línur av landi, koma ikki undir inntøkutrygdarskipanina, sambært hesi lóg.
Stk. 4. Fiskimenn skulu, fyri at koma undir inntøkutrygdarskipanina, sambært hesi lóg, verða løntir samsvarandi galdandi sáttmálum á økinum.
Stk. 5. Tons sambært hesi lóg merkir tonsatal brutto (BT) ella skrásett brutto tons (BRT), sum til eina og hvørja tíð tilskilað á skipsins málibrævi ella máliprógvi.
Stk. 6. 2) Fiskiskip hava skyldu at lata Lønjavningarstovuni avrokning fyri hvørja mynstring, so skjótt avrokningin fyriliggur, og ikki seinni enn 4 mánaðir eftir, at túrurin er endaður. Avrokningin skal vísa, hvat hvør einstakur av manningini hevur fingið í hýru fyri túrin. Saman við avrokningini skal fylgja skjalprógv fyri avreiðingarvirðinum.
§ 2. 3) 2) Minstalønin um dagin er 60% av 8 vanligum tímalønum sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Minstalønin verður ikki veitt fyri teir dagar, fiskimaður er heima. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá fariðverður úr føroyskari havn, og at enda, tá komið er aftur í føroyska havn. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um undantak frá regluni í 3 pkt.
Stk. 2. Minstalønin verður skerd við avrokningini, sum maður fær fyri tann ávísa túrin. Frítíðarløn verður ikki íroknað avrokningina.
Stk. 3. Minstaløn verður ikki veitt fyri fleiri dagar enn avvarðandi skip hevur fingið tillutað av fiskidøgum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap íroknað umsettum og umbýttum fiskidøgum.
§ 3. Fiskimenn, sum mynstra við føroyskum fiskiskipum, fáa dagstudning fyri teir dagar, sum teimum er tryggjað minstuløn.
Stk. 2. Dagstudningurin er munurin millum 8 vanligar tímalønir sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og dagminstulønina.
Stk. 3. 2) Dagstudningur fyri hvønn túrin, sum ásettur í § 2, stk. 1, verður skerdur við 65 oyrum fyri hvørja krónu, sum inntøkan fyri hvønn dagin fer upp um minstulønina um dagin.
Stk. 4. Inntøka sambært hesi lóg er avrokningin, sum maður fær fyri tann ávísa túrin, umframt útgoldna minstulønin. Frítíðarløn verður ikki íroknað inntøkuni.
§ 4. Tá fiskimaður sambært sáttmála eigur frítíðarløn av fiskiparti, rindar Lønjavningarstovan frítíðarløn av minstuløn og dagstudningi eftir reglunum í løgtingslóg um frítíð við løn.
§ 5. Lønjavningarstovan umsitur lógina um minstuløn og dagstudning.
Stk. 2. Lønjavningarstovan verður heimilað í sambandi við útgjald av inntøkutrygd, eftir hesi lóg, at mótrokna krøv, sum Forskotsgrunnurin hevur móti viðkomandi fiskimanni fyri útgoldið forskot og onnur gjøld.
Stk. 3. 2) Lønjavningarstovan kann útvega neyðugar upplýsingar til fyrisiting av hesi løgtingslóg frá avvarðandi stovni, vinnufelagi ella einstaklingi.
Stk. 4. Landstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um mannagongdir v.m. til tess at útinna hesa lóg.
§ 6. Um ikki harðari revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, ið fremur brot á ásetingarnar í hesi lóg.
Stk. 2. Fyri brot á hesa lóg, ið verður framt av partafelagi ella øðrum løgfrøðiligum persóni, kann bótábyrgd verða áløgd felagnum sum slíkum.
Stk. 3. Í forskriftum, sum eru gjørdar við heimild í hesi lóg, kunnu gerast reglur um revsing við bót fyri brot á hesar forskriftir.
§ 7. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. lóg nr. 32 frá 27. mars 1992 við seinni broytingum. § 1, stk. 2 fær tó gildi 1. januar 1998.
Stk. 2. Lógin er ikki galdandi í tann mun, hon kemur í stríð við millumlanda avtalur, sum landsstýrið hevur bundið seg til.