11. desember 2007Nr. 114
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3 verður undir yvirskriftini Almannapensjónslógin eftir “Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør” sett:
| Eyka viðbót til lægstu fyritíðarpensjónistar | 2008 | 15.360,00 |
2) Í § 3 verður undir yvirskriftini Almannapensjónslógin eftir “Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør” sett:
| Eyka viðbót til lægstu fyritíðarpensjónistar | 2009 | 31.944,00 |
§ 2
Stk. 1. § 1, nr. 1 í hesi lóg kemur í gildi 1. januar 2008.
Stk. 2. § 1, nr. 2 verður frá 1. januar 2009 sett ístaðin fyri § 1, nr. 1.
Tórshavn, 11. desember 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 70/2007