Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. desember 2006Nr. 114
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan, sum broytt við løgtingslóg nr. 60 frá 27. apríl 2001, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2 verður sum stk. 3 sett:
”Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera frávik í ásetingini um lestrarvirkni, sbrt. stk. 1, nr. 4 í sambandi við barnsburð og ættleiðing.”
2) Eftir § 2 verður sum § 2. a. sett:
”§ 2 a. Í sambandi við barnsburð og ættleiðing verður barnsburðarfarloyvisstuðul latin í mesta lagi í 11 mánaðir. Stuðulsupphæddin er hin sama sum tann fyri útibúgvandi, sbrt. § 4, stk. 2 og 3.
Stk. 2. Bæði foreldrini kunnu ikki samstundis fáa barnsburðarfarloyvisstuðul úr skipanini, og fyri at fáa stuðulin, skal tann lesandi búgva saman við barninum.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um:
1) Hvussu rætturin til barnsburðarfarloyvisstuðul er, tá ið stuðul fæst úr øðrum stuðulsskipanum.
2) Hvussu rætturin til stuðul kann nýtast, um skift verður í aðra útbúgving.
3) Hvussu stuðul kann veitast, tá ið barnsburður ella ættleiðing er farin fram, áðrenn útbúgvingin byrjar.
4) Hvussu rætturin kann nýtast, tá ið talan t.d. er um at missa fostur, ella at barn doyr undir barnsburði ella beint eftir føðingina.
5) Umsitingarligar mannagongdir, leiðreglur v.m.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.
Tórshavn, 13. desember 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jógvan á Lakjuni (sign.)
Lm. nr. 28/2006