Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. november 2003Nr. 114
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 8. august 2003, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 8, stk. 1 verða orðini “ið er lagt med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella farið er strikað í skipaskránni” strikað.
2) Í § 8, stk. 2 verða orðini “verður fiskifar við veiðiloyvi lagt med alla, er ræðisavmarking skrásett í skipaskránni, ella farið verður strikað í skipaskránni, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn veita eigaranum” broytt til “Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigaranum av fiskifari við veiðiloyvi”.
3) Í § 8, stk. 3 verða orðini “ið eru løgd med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella førini eru strikað í skipaskránni” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskifør, ið eru løgd med alla, eru ella hava verið ræðisavmarkað, ella eru strikað í skipaskránni, vísandi til ásetingar, ið verða settar úr gildi við hesi lóg, kunnu tó koma inn aftur í fiskiflotan, um tey fáa flutt veiðiloyvi við heimild í ásetingum soleiðis, sum tær verða orðaðar, eftir at hendan lóg hevur fingið gildi.
Tórshavn, 24. november 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður