24. november 2016Nr. 114
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Leinging av skiftisreglu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 164 frá 24. desember 2015 um broyting í løgtinglóg um áseting og javning av almannaveitingum verður í § 3, stk. 6 “31. desember 2016” broytt til: “31. desember 2018”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 24. november 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 23/2016