Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. december 2003Nr. 115
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða hesar broytingar gjørdar:
1) Í § 63a verða aftaná stk. 2 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 3. Ein treyt fyri at fáa afturbering er, at lønin skal verða goldin inn til eitt avrokningarstað, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur góðkent.”
“Stk. 4. Reiðaravirkið hevur ikki rætt til afturbering fyri lønir v.m., har avsláttur verður givin í føroyska skattinum.”
“Stk. 5. Hevur reiðaravirkið fingið afturbering fyri tær lønir v.m. av órøttum, skal ov nógv móttikin afturbering afturgjaldast til Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi innan 1. í mánaðinum eftir, at kravið er útskrivað. Verður afturberingin ikki goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,7% um mánaðin frá 1. degi, og til goldið er.”
§ 63 a, stk. 3-5 verða hereftir stk. 6-8.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum 6. november 2003.
Tórshavn, 1. december 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður