Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. desember 2024Nr. 115
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðing (Ættleiðingarlógin) og løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin)
(Samstarv við onnur Norðurlond, fyribils staðseting í sambandi við ættleiðing o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 42 frá 30. apríl 2018 um ættleiðing (Ættleiðingarlógin), sum broytt við § 76 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, § 21 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021 og § 4 í løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 21 verður “Bekendtgørelse af lov for Færøerne om rettens pleje” broytt til: “Retsplejelov for Færøerne”.
2. Yvirskriftin yvir § 29 verður orðað soleiðis:
“Samstarv við onnur Norðurlond”
3. § 29 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Landsstýrisfólkið kann gera samstarvsavtalu við onnur norðurlond um ættleiðing.”
4. Heitið á kapitli 5 verður orðað soleiðis:
“Hjálp til ættleiðing og fyribils staðseting”
5. Aftan á § 39 verður í kapittul 5 sett:
“Fyribils staðseting
§ 39 a. Tá Familjufyrisitingin hevur tikið avgerð sambært § 11 um, at eitt barn skal ættleiðast eftir § 10, stk. 1 og 2, verður barnið fyribils staðsett hjá tí umsøkjara, sum barnið er ávíst til við atliti at ættleiðing. Fyribils staðsetingin steðgar, tá ið Familjufyrisitingin gevur loyvi til ættleiðing sambært § 1, ella rætturin avger, at avgerðin hjá Familjufyrisitingini um ættleiðing verður sett úr gildi, og kærufreistin er farin.
Stk. 2. Umsøkjarin hevur, sambært § 8, stk. 5 í løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru, foreldramyndugleika yvir barninum, meðan barnið fyribils er staðsett hjá umsøkjaranum. Somuleiðis hevur umsøkjarin skyldu til at uppihalda barninum.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um fyribils staðseting sambært stk. 1.”
§ 2
Í løgtingslóg nr. 87 frá 16. mai 2022 um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 144 frá 15. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8 verða sum stk. 4 og 5 sett:
“Stk. 4. Stk. 1 og 2 eru somuleiðis galdandi fyri umsøkjarar við góðkenning sum ættleiðarar, sum ættleiða eitt barn úr einum øðrum landi, í tíðarskeiðinum frá tí at barnið kemur til landið, og til Familjufyrisitingin hevur givið loyvi til ættleiðing eftir § 1 í løgtingslóg um ættleiðing.
Stk. 5. Stk. 1 og 2 eru somuleiðis galdandi fyri umsøkjarar við góðkenning sum ættleiðarar, sum hava fingið eitt barn staðsett sambært § 39 a í løgtingslóg um ættleiðing, so leingi barnið fyribils er staðsett.”
2. Í § 23 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Stk. 1 er somuleiðis galdandi fyri fyribils staðseting sambært § 39 a í løgtingslóg um ættleiðing.”
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 9. desember 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 22/2024