1. december 2003Nr. 116
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 12. frá 25. februar 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Avgjaldskyldan er galdandi fyri allar nýggjar og brúktar vørur. Gass, ravmagn, hiti og vatn eru at roknað sum vørur.”
2) § 2, stk. 3, litra j. verður orðað soleiðis:
“j. Banka-, sparikassa- og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri hetta virksemi. Eisini útleigan av bankaboksum.”
3) Í § 2, stk. 3 verður aftaná litra n. sett:
“o. Kommunal og privat vatnveiting.”
4) § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Veitingar av gassi, ravmagni, hita og vatni sum liður í útleigu av húsi ella húsarúmi hava ikki við sær skyldu at rinda avgjald.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.
Tórshavn, 1. december 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður