Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. desember 2024Nr. 116
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar
(Javnseting av giftum og samlivandi fyritíðarpensjónistum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 29. mai 2024, verður § 1 orðað soleiðis:
“§ 1. Viðbót verður veitt ávísum pensjónistum, sum hava bústað í Føroyum. Hjún ella samlivandi, har bæði eru pensjónistar, fáa eina viðbót í felag, og verður viðbótin útgoldin við einari helvt til hvønn. Hevur annar hjúnafelagin ella samlivin fingið varandi bútilboð á stovni, sum er skipaður við heimild í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður viðbótin ikki útgoldin við einari helvt til hvønn, men fær hjúnafelagin ella samlivin, sum býr heima, fulla viðbót frá mánaðinum aftaná, at hjúnafelagin ella samlivin er fluttur inn.
Stk. 2. Fyritíðarpensjónistur, ið er giftur ella samlivandi við persóni, sum ikki er pensjónistur, hevur rætt til fulla viðbót, um parið lýkur treytirnar í § 3.
Stk. 3. Fyritíðarpensjónistur, ið er giftur ella samlivandi við fólkapensjónisti, ið er føddur aftan á 31. desember 1952, hevur rætt til hálva viðbót, um parið lýkur treytirnar í § 3.
Stk. 4. Fólkapensjónistur, ið er føddur aftan á 31. desember 1952, hevur ikki rætt til viðbót sambært stk. 1.
Stk. 5. Viðbótin sambært hesi løgtingslóg verður ásett og javnað í serligari løgtingslóg.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2025.
Stk. 2. Persónur, ið hevur fingið játtað viðbót til ávísar pensjónistar, áðrenn henda løgtingslóg fær virknað, fær veiting eftir higartil galdandi reglum.
Í Tinganesi, 9. desember 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 15/2024