Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. desember 2014Nr. 116
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Talgild fráboðan av lønarseðlum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 15. september 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 29, nr. 13 verður orðað soleiðis:
“13) avlamisviðbót eftir § 2, grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, avlamisveiting eftir § 8 a, barnaviðbót eftir § 10, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almennar pensjónir o.a., veiting eftir løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., veitingar eftir § 9, stk. 4 og 5, § 15, § 16, § 17, stk. 1, § 18 b, § 18 c, § 18 d, § 18 e, persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2 í lóg um almenna forsorg, og veitingar eftir § 7, § 12, stk. 3, 4 og 9 og § 19 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, og barnagjald, hækkað barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna uttan mun til, um tey verða goldin av gjaldskylduga ella sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.a.,”.
2. Í § 63, stk. 7 verður sum 2. og 3. pkt. sett:
“Ávísingarskyldugi kann senda fráboðanina talgilt. Løntakari, sum ístaðin vil hava fráboðanina í pappírsformi, kann fáa fráboðanina á hendan hátt, um hann skrivliga boðar ávísingarskylduga frá hesum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.
Í Tinganesi, 15. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 48/2014