Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. november 2016Nr. 116
Løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð, sum broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 5. mai 2021
Kapittul 1
Landsbanki Føroya
§ 1. Landsbanki Føroya er almennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur, ið virkar fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.
Stk. 2. Landsbanki Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.
Bygnaður
§ 2. 1) Landsbanki Føroya er undir leiðslu av eini nevnd og einum stjóra.
Stk. 2. 1) Nevndin er skipað við 5 limum, sum landsstýrismaðurin velur í eitt 3 ára tíðarskeið og kunnu teir veljast aftur í mesta lagi 4 ferðir. Tá limur ikki hevur sitið í nevndini í eitt 3 ára skeið, kann hann veljast av nýggjum. Landsstýrismaðurin setur nevndarlimirnar eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Landsstýrismaðurin velur formannin.
Stk. 3. 1) Í minsta lagi 3 limir skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni. Nevndarlimirnir skulu hava fakligar førleikar innan eitt ella fleiri av hesum førleikaøkjum:
1) Búskaparfrøði.
2) Fígging og kredittmeting.
3) Føroyskt vinnulív.
4) Serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.
Stk. 4. 1) Nevndarlimirnir skulu samanlagt fevna um allar førleikarnar nevndir í stk. 3, nr. 1-4.
Stk. 5. 1) Persónar, ið javnan kunnu væntast at verða ógegnigir í málsviðgerðini hjá nevndini eftir reglunum í kapitli 2 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg, kunnu ikki vera limir í nevndini.
Stk. 6. 1) Limirnir í nevndini kunnu ikki starvast í fyrisitingini hjá landsstýrisfólkunum ella Landsbanka Føroya.
§ 3. Nevndin setir og loysir stjóran úr starvi.
§ 4. Nevndin ger reglur fyri virksemið hjá nevnd og stjóra.
Stk. 2. Nevndin ger neyvari ásetingar fyri, hvussu gjaldføri landsins skal umsitast.
Stk. 3. Nevndin ger ásetingar fyri umsiting av landsins skuld.
§ 5. Nevndin tryggjar, at Landsbanki Føroya fylgir almennum reglum, sum eru galdandi fyri almennar stovnar.
Fíggjarvirksemið hjá Landsbanka Føroya
§ 6. Landsbanki Føroya er fíggjarstovnur landsins. Kommunur og almennir grunnar kunnu nýta Landsbanka Føroya sum fíggjarstovn.
§ 7. Landsins gjaldføris- og skuldarviðurskifti verða fyrisitin av Landsbanka Føroya eftir nærri áseting frá nevndini.
§ 8. Landsbanki Føroya kann taka upp lán í Føroyum og uttan fyri Føroyar.
§ 9. Landsbanki Føroya umsitur ogn og skuld landsins. Landsbankin kann umsita ogn og skuld hjá kommunum og almennum grunnum.
Stk. 2. Í førum, har Landsbanki Føroya umsitur ogn og skuld, fyrireikar stjórin tey mál, ið avgerð skal takast um.
§ 10. Landsins gjaldføri verður umsitið av Landsbanka Føroya eftir ásetingum frá nevndini.
Stk. 2. Umsitingin av landsins gjaldføri hevur sum endamál:
1) at landið altíð hevur neyðugt gjaldføri tøkt, soleiðis at tað kann halda sínar skyldur,
2) at landsins gjaldføri verður fyrisitið væl við atliti at tryggleika, herundir at samváðin millum landsins gjaldføri og føroyska búskapin verður sum minst, og
3) at landsins gjaldføri verður rentað til marknaðarkor.
Stk. 3. Landsins gjaldføri fevnir um alt gjaldførið hjá allari landsumsitingini, øllum landsstovnum og stovnum o.ø., ið fevndir eru av § 2, stk. 1 í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald o.a.
Stk. 4. Til landsins gjaldføri verður roknað landsins kassapeningur, innistandandi í peningastovnum, ótrektir kredittir í peningastovnum og óveðsettar virðisbrævaognir.
§ 11. Landsstýrismaðurin skal skipa fyri, at landsins gjaldføri í minsta lagi samsvarar við 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári.
Stk. 2. 1) Tá umræður afturrindan ella endurfígging av landskassaláni, kann víkjast frá kravinum í stk. 1 fram til at næsta landskassalánið fellur til gjaldingar. Í slíkum føri skal landsins gjaldføri tó ikki minka niður um 13% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári.
Stk. 3. 1) Í august mánaði á hvørjum ári ásetir nevndin upphæddina eftir stk. 1.
Stk. 4. 1) Eru greiðar ábendingar um, at landið ikki líkur krøvini í stk. 1, skal nevndin mæla landsstýrismanninum til at økja gjaldførið, og nær tað í seinasta lagi skal vera gjørt.
Stk. 5. 1) Landsstovnar kunnu ikki plasera pengar, taka kredittir, gera avtalur um fíggjarlig avleidd amboð ella taka aðrar líknandi fíggjarligar avgerðir uttan loyvi frá Landsbanka Føroya.
§ 12. Nevndin ger við atliti at § 4 eina íløgustrategi fyri plaseringar av landsins gjaldføri. Íløgustrategiin er almenn.
§ 13. Landsbanki Føroya fyrisitur landsins lántøku. Landsbanki Føroya fremur hetta eftir ásetingum frá nevndini.
Stk. 2. Lántøka kann einans verða framd við undirskrift frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum og við nøktandi heimild í løgtingslóg.
Stk. 3. Landsins lántøka skal vera til marknaðarkor.
Stk. 4. Landsbanki Føroya situr fyri dagligu umsitingini av landsins lánum eftir ásetingum frá nevndini sambært § 4, stk. 3.
Greiningarvirksemið hjá Landsbanka Føroya
§ 14. Høvuðsuppgávan er at gera fíggjarligar váðagreiningar.
Stk. 2. Virkisøkið fevnir um eftirlit og greining av búskaparligum viðurskiftum við serligum atliti at váðum í fíggjarkervinum og øðrum pørtum av búskapinum, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið í síni heild.
Heimild at savna, viðgera og lata upplýsingar
§ 15. Landsbanki Føroya savnar inn, viðger og almannakunnger hagtøl innan fyri sítt virkisøki og kann nýta hagtalsupplýsingar í tann mun, tað er neyðugt til at fylgja endamálinum sambært § 1.
Stk. 2. Landsbanki Føroya kann biðja løgfrøðiligar og likamligar persónar, landsstovnar, grunnar, almenn partafeløg, kommunur og kommunal feløg o.o. um innan ávísa freist at lata upplýsingar, ið viðkomandi hava um hendi, og sum eru neyðugir fyri virkisøkið hjá Landsbanka Føroya. Hesir eru:
1) Løgfrøðiligir og likamligir persónar við heimstaði í Føroyum, sum virka sum fíggjar- og tryggingarstovnar.
2) Løgfrøðiligir og likamligir persónar við heimstaði í Føroyum, sum hava annað virksemi enn tað, sum er nevnt í stk. 2, nr. 1.
3) Løgfrøðiligir og likamligir persónar við heimstaði í Føroyum, sum hava givið út ella eiga virðisbrøv, ella skipa handil við ella clearing og avgreiðslu av fíggjaramboðum.
4) Deildir og dótturfeløg o.a. hjá fíggjarstovnum í Føroyum, ið ikki koma undir at vera løgfrøðiligur ella likamligur persónur, men sum annars koma undir allýsingar í nr. 1-3.
§ 16. Landsbanki Føroya kann lata víðari allar upplýsingar, í tann mun og við tí nágreinan, ið eru neyðugir fyri at inna arbeiðið á virkisøkinum, til Føroya váðaráð, hagtalsmyndugleikar og aðrar myndugleikar, ið virka fyri fíggjarligum støðufesti.
Stk. 2. Upplýsingar, ið kunnu latast sambært stk. 1, eru allar upplýsingar, ið gera tað møguligt beinleiðis ella óbeinleiðis at eyðmerkja teir í § 15, stk. 2 nevndu persónar o.a.
Fíggjarlig viðurskifti
§ 17. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
§ 18. Landsbanki Føroya er fíggjaður við játtan á løgtingsfíggjarlógini.
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 19. Roknskapur bankans skal grannskoðast av landsgrannskoðaranum.
§ 20. Landsbanki Føroya er sum almennur stovnur undantikin øllum skattum og avgjøldum.
Kapittul 2
Føroya váðaráð
§ 21. Føroya váðaráð er myndugleiki, ið skal eyðmerkja og hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum.
Bygnaður
§ 22. Føroya váðaráð er skipað við 5 limum og 5 varalimum.
Stk. 2. Løgmaður velur limir og varalimir í Føroya váðaráð eftir tilmælum frá myndugleikum, ið virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Limir verða valdir at sita í 4 ár og kunnu verða valdir aftur í mesta lagi 3 ferðir. Tá limur ikki hevur sitið í nevndini í eitt 4 ára skeið, kann hann tilmælast aftur á sama hátt sum aðrir limir. Limirnir verða valdir soleiðis:
1) Landsbanki Føroya tilmælir 2 limir og 2 varalimir, har annar skal vera landsbankastjórin og virkar sum formaður ella forkvinna. Hitt umboðið skal vera serfrøðingur á økinum.
2) Búskaparráðið tilmælir 1 lim og 1 varalim, ið skal vera óheftur serfrøðingur við servitan á økinum, og
3) landsstýrimaðurin tilmælir 2 limir og 2 varalimir við servitan umboðandi útinnandi valdið á økinum.
Myndugleikavirksemið hjá Føroya váðaráði
§ 23. Føroya váðaráð hevur sum uppgávu at:
1) eyðmerkja og hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum í síni heild,
2) bera fram eygberingar viðvíkjandi systemiskum fíggjarligum váðum í fíggjarkervinum í Føroyum, sbr. tó stk. 2,
3) koma við ávaringum um vaksandi váðar í fíggjarkervinum í Føroyum, sbr. tó stk. 2,
4) koma við tilmælum um átøk, ið kunnu minka um ella byrgja fyri systemiskum fíggjarligum váðum í fíggjarkervinum í Føroyum, sbr. tó stk. 2 og
5) koma við úttalilsum um fíggjarligar systemiskar váðar í Føroyum.
Stk. 2. Føroya váðaráð kann lata frá sær eygberingar, ávaringar, tilmælir og koma við úttalilsum, sbr. stk. 1, nr. 2-5, um fíggjarlig viðurskifti, sum viðvíkja føroyskum ábyrgdarøkjum og úttala seg, sbr. stk. 1, nr. 5, um fíggjarlig viðurskifti, sum viðvíkja donskum ábyrgdarøkjum innan fíggjarliga økið.
Stk. 3. Ávaringar og tilmælir, sambært stk. 1, nr. 3 og 4, um fíggjarlig viðurskifti, sum viðvíkja føroyskum ábyrgdarøkjum, verða latin til viðkomandi útinnandi føroyska myndugleika. Er talan um vantandi lóggávu ella broytingar í lóggávuni á økinum, verða ávaring og tilmælir givin útinnandi aðalráðnum í Føroyum.
Stk. 4. Úttalilsir, sbr. stk. 1, nr. 5, um fíggjarlig viðurskifti, sum viðvíkja donskum ábyrgdarøkjum innan fíggjarøkið, verða latin Det Systemiske Risikoråd í Danmark, samstundis sum landsstýrið verður kunnað.
Stk. 5. Føroya váðaráð tekur avgerð um at lata frá sær eygberingar, ávaringar, tilmælir og úttalilsir við vanligum meiriluta.
Stk. 6. Er talan um eygberingar, ávaringar ella tilmælir, vend móti útinnandi føroyskum myndugleikum, kunnu umboðini fyri teir sambært § 22, stk. 2 ikki atkvøða, men skulu geva sína egnu frágreiðing um hesi viðurskifti.
Stk. 7. Eygberingar, ávaringar og tilmælir, sambært stk. 1, nr. 2-4 skulu verða almannakunngjørd. Undantikið er ávaring ella tilmæli, ið mett verður kann hava neiliga ávirkan á fíggjarliga støðufestið. Ávaringin ella tilmælið er tá latið viðkomandi føroyska myndugleika í trúnaði og er ikki alment.
Stk. 8. Úttalilsir til Det Systemiske Risikoråd í Danmark og kunning til landsstýrið, sbr. stk. 4, kunnu ikki almannakunngerast.
Stk. 9. Føroyskir myndugleikar, ið fáa tilmæli frá Føroya váðaráð, skulu í seinasta lagi innan 3 mánaðir annaðhvørt fylgja tilmælinum ella skrivliga geva grundir fyri, hví tilmælið ikki verður fylgt.
Stk. 10. Føroyskir myndugleikar og feløg skulu veita Føroya váðaráði viðkomandi upplýsingar, herundir upplýsingar fyri einstakar fíggjarstovnar o.a. og veita viðkomandi skjøl o.a. eftir áheitan frá ráðnum, um so er, at Føroya váðaráð metir, at upplýsingarnar eru neyðugar fyri virkisøkið.
§ 24. Landsbanki Føroya er skrivstova hjá Føroya váðaráði. Myndugleikar á økinum skulu vera við í arbeiðinum.
Kapittul 3
Revsing, tagnarskylda og gildiskoma
§ 25. Persónar o.o., nevnd í § 15, stk. 2, kunnu verða revsað við sekt, um tey ikki rættstundis lata Landsbanka Føroya umbidnu upplýsingarnar, ella við vilja ella av grovum ósketni lata Landsbanka Føroya skeivar ella villleiðandi upplýsingar.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 26. Starvsfólk í Landsbanka Føroya eru skyldug til undir ábyrgd sbrt. § 152 og §§ 152c-152f í revsilógini at halda trúnaðarupplýsingar, sum tey fáa kunnleika til gjøgnum virksemi sítt, loyniligar. Sama er galdandi fyri hjálparfólk og onnur, ið gera arbeiði fyri Landsbanka Føroya. Hetta er eisini galdandi eftir, at starvstíðin o.a. er lokin. 1.-3. pkt. er eisini galdandi fyri limir í Føroya Váðaráði, sum gerast kunnugir við trúnaðarupplýsingar gjøgnum virksemi sítt, sbr. § 354, stk. 1 og 7 í lóg um fíggjarligt virksemi.
§ 27. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.
Stk. 2. §§ 2-5 koma í gildi 1. oktober 2016.
Stk. 3. 2) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær kapittul 2 í lógini kemur í gildi. Kunngerðin skal vera lýst í seinasta lagi 1. juli 2017.
Stk. 4. Løgtingslóg nr. 140 frá 20. desember 2012 um landsins gjaldføris- og skuldarfyrisiting fer úr gildi 1. januar 2017.
Í Tinganesi, 24. november 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 8/2016