Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. desember 2024Nr. 117
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Javnseting av giftum og samlivandi pensjónistum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 2 og tvær staðni í stk. 3, § 4, stk. 3, 3. pkt. og § 13, stk. 4 verður “landsstýrismaðurin” broytt til: “landsstýrisfólkið”.
2. Í § 9 d, stk. 5, § 12, stk. 8, § 21 a, stk. 6, § 34, stk. 3 og § 35, stk. 6 verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”.
3. Í § 25, stk. 12 verður “landsstýrismanninum” broytt til: “landsstýrisfólkinum”.
4. § 27, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Doyr ein giftur ella samlivandi pensjónistur, og hava bæði hann og tann eftirsitandi fingið pensjón, hevur tann eftirsitandi rætt til at fáa pensjónina og møguligu persónligu viðbótina til bústaðarútreiðslur hjá báðum tilsamans í 3 mánaðir frá endanum av tí mánaði, pensjónisturin doyr.”
5. Í § 27 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Fyri samlivandi pensjónist er tað ein treyt fyri at fáa veiting sambært stk. 2, at viðkomandi persónur hevur fingið pensjón sum samlivandi sambært løgtingslóg um áseting av almannaveitingum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 9. desember 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 16/2024