15. desember 2014Nr. 117
Løgtingslóg um broyting løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Tilfeingisskattur 2015)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 95 frá 15. september 2014, verður í § 30 b, stk. 7 “2014” broytt til: “2015”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.
Í Tinganesi, 15. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 11/2014