Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. november 2016Nr. 117
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. og úrgildisseting av løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn
(Sjúkratrygd til fiskimenn tikin upp í dagpeningaskipanina)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 20. desember 2002, løgtingslóg nr. 66 frá 2. mai 2003, løgtingslóg nr. 88 frá 8. mai 2003, løgtingslóg nr. 9 frá 30. mars 2004, løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2009, løgtingslóg nr. 176 frá 22. desember 2009, løgtingslóg nr. 62 frá 26. mai 2011, løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2012 og løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 7 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Í serligum førum kann Almannaverkið veita umsøkjarum dagpening, hóast teir hava arbeitt eitt lægri tímatal enn ásett í stk. 1, um tað verður prógvað, at starvssetanin annars skuldi halda fram. Setanarbrøkurin skal í minsta lagi samsvara við lutfalsliga tímatalið um vikuna sambært stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um minstukrøv um vikutímatal, setanarlongd og aðrar treytir.”
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 4.
2. Í § 7 verða sum stk. 5 og 6 sett:
“Stk. 5. Persónur, ið hevði havt rætt til gjald úr arbeiðsloysisskipan ella aðrari líknandi skipan, um hann ikki gjørdist óarbeiðsførur vegna sjúku, hevur rætt til dagpening. Dagpeningur verður tá í fyrsta lagi veittur frá tí degi, umsókn er latin Almannaverkinum.
Stk. 6. Rætturin til dagpening eftir stk. 5 er treytaður av, at umsøkjarin hevur latið umsókn til arbeiðsloysisskipan ella aðra líknandi skipan í seinasta lagi 30 dagar frá tí, at seinasta starvssetanin helt uppat. Gevur umsøkjarin Almannaverkinum samtykki at avgreiða umsókn og viðkomandi viðurskifti mótvegis arbeiðsloysisskipan ella aðrari líknandi skipan, verður umsóknin roknað sum latin inn, tá hon er Almannaverkinum í hendi.”
3. Í § 10, stk. 1 verður “fráboðan um sjúkrafráveru” broytt til: “umsókn um dagpening”.
4. Í § 10, stk. 1 verður “30.” broytt til: “60.”.
5. Í § 10, stk. 2 verður “fráboðanin” broytt til: “umsóknin”.
6. § 10, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Um serligar orsøkir tala fyri tí, kann Almannaverkið víkja frá freistini í stk. 1. Sum serligar orsøkir er at rokna uttanífrá komandi hending, sum umsøkjarin ikki hevur ræði á, og sum í avgerandi mun hevur forðað fyri, at umsóknin verður latin inn rættstundis.”
7. Í § 10, stk. 4 verður “fráboðanin” broytt til: “umsóknin”.
8. Í § 10, stk. 4 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Umsóknarblað, sum Almannaverkið útflýggjar, skal nýtast.”
9. Í § 23, stk. 1 verður “umsóknarblað” broytt til: “oyðublað”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.
Stk. 2. Samstundis fer løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2004 um sjúkratrygd til fiskimenn úr gildi.
Stk. 3. Umsókn um sjúkratrygd, sum fevnir um fráverutíðarskeið, sum byrjar í 2016, verður viðgjørd eftir reglunum í løgtingslógini um sjúkratrygd til fiskimenn, og sjúkratrygd verður í mesta lagi veitt í samfeldar 75 dagar.
Stk. 4. Umsókn um dagpening, sum fevnir um fráverutíðarskeið, sum byrjar í 2016, verður viðgjørd eftir reglunum í dagpeningalógini, sum galda áðrenn 1. januar 2017.
Í Tinganesi, 24. november 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 24/2016