25. september 2013Nr. 117
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 14. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður stk. 2 strikað.
Stk. 3 verður hereftir stk. 2.
2. Í § 18, stk. 3, nr. 3 verður “4.000” broytt til: “5.300”.
3. § 18, stk. 3, nr. 6 verður § 18, stk. 4.
Stk. 4 og 5 verða eftir hetta stk. 5 og 6.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. juni 2013.
Í Tinganesi, 25. september 2013
Annika Olsen (sign.)
varaløgmaður
Lm. nr. 10/2013