Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. oktober 2023Nr. 117
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum
(Kravið um nýtt felag til hvørja einstaka framleiðslu verður strikað, og Filmshúsinum verður álagt at lata landsstýrismanninum frágreiðing frá virkseminum farna árið)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 170 frá 20. desember 2017 um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum, sum broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 22. mai 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Filmshúsið skal í seinasta lagi 1. februar á hvørjum ári lata landsstýrismanninum eina frágreiðing um virksemið í undanfarna álmanakkaári.”
2. § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Felagið hevur ábyrgdina av, at framleiðslan verður framd í Føroyum, og at ein grannskoðaður verkætlanarroknskapur verður gjørdur fyri ta einstøku framleiðsluna. Verkætlanarroknskapurin skal vísa allar útreiðslur, sum afturberingin viðvíkur, og útreiðslurnar skulu bókast í felagnum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 26. oktober 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 12/2023