Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. desember 2024Nr. 118
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum
(Javnseting av giftum og samlivandi o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 19. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, nr. 1, rað nr. 3, 5, 8, 9, 11, 13 og 15 verður “gift” broytt til: “gift og samlivandi”.
2. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Giftur pensjónistur og samlivandi pensjónistur, sum fær varandi bútilboð á stovni, sum er skipaður við heimild í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., fær pensjón samsvarandi við stakan pensjónist frá mánaðinum aftaná, at hann er fluttur inn.
Stk. 2. Pensjónistur, hvørs hjúnafelagi ella samlivi fær varandi bútilboð á stovni, sum er skipaður við heimild í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., fær pensjón samsvarandi við stakan pensjónist frá mánaðinum aftaná, at hjúnafelagin ella samlivin er fluttur inn.
Stk. 3. Giftur pensjónistur og samlivandi pensjónistur, sum, hóast liðugt viðgjørdur, framhaldandi er innskrivaður á sálarsjúkrahúsi og er á visiteraðum bíðilista til varandi bútilboð á stovni, sum er skipaður við heimild í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., fær pensjón samsvarandi við stakan pensjónist frá mánaðinum aftaná, at pensjónisturin verður mettur at vera liðugt viðgjørdur.
Stk. 4. Pensjónistur, hvørs hjúnafelagi ella samlivi er innskrivaður á sálarsjúkrahúsi, hóast liðugt viðgjørdur, og er á visiteraðum bíðilista til varandi bútilboð á stovni, sum er skipaður við heimild í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., fær pensjón samsvarandi við stakan pensjónist frá mánaðinum aftaná, at hjúnafelagin ella samlivin verður mettur at vera liðugt viðgjørdur.
Stk. 5. Landsstýrisfólkið ásetir reglur um umsiting og eftirlit við samlívsstøðu hjá pensjónistum.”
3. Í § 6 verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2025.
Stk. 2. Persónur, ið hevur fingið játtað pensjón, áðrenn henda løgtingslóg fær virknað, fær veiting eftir higartil galdandi reglum.
Í Tinganesi, 9. desember 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 14/2024