Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2007Nr. 118
Løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 28. apríl 2025
§ 1. Henda løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum sjúkum er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 í ríkislóg nr. 316 frá 17. mai 1995 “om sundhedsvæsnet på Færøerne”.
§ 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um tilboð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, herundir um:
1) hvørjar sjúkur tilboðið um ókeypis koppseting fevnir um,
2) hvørjir persónsbólkar, ið fáa tilboðið um ókeypis koppseting, og
3) hvørji heilsustarvsfólk, ið skulu fremja koppseting sambært hesi lóg.
Stk. 2. Landskassin ber kostnaðin av koppseting sambært hesi lóg.
§ 3. Koppseting eftir hesi lóg verður framd sambært galdandi leiðreglum hjá heilsumyndugleikunum um koppsetingar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um fráboðanarskyldu um koppsetingar eftir hesi lóg.
§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi “Kongelig anordning nr. 17 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om tilbud om gratis vaccinationer mod visse sygdomme, som ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. december 1987”.
§ 5. Kunngerðir, sum eru settar í gildi sambært “Kongelig anordning nr. 17 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om tilbud om gratis vaccinationer mod visse sygdomme” verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi ella verða avloystar av reglum, givnum við heimild í hesi lóg.
Tórshavn, 12. desember 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 42/2007