15. desember 2014Nr. 118
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.
(Rentutryggingarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 20. desember 2013 verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1 I, verður strikað.
2. Í § 7, stk. 1 verður sum 4. pkt. sett:
“1. pkt. er ikki galdandi, um eingin frádráttur er veittur við inngjald.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 2 er galdandi, hóast inngjøldini fóru fram, áðrenn hendan løgtingslóg kom í gildi.
Í Tinganesi, 15. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 46/2014