Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. december 2003Nr. 119
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 6. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í §§ 3, stk. 5 og 29 a, stk. 4 verður “Landsskattakærunevndina” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndina”.
2) § 29 nr. 13 verður orðað soleiðis:
“avlamisviðbót eftir § 2, grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, avlamisveiting eftir § 8a, barnaviðbót eftir § 10, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almennar pensjónir o.a., veitingar eftir §§ 9, 15, 16, 17 og 18, barnaviðbót eftir § 13, stk. 1, persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2 í lóg um almenna forsorg og barnagjald og onnur serlig gjøld eftir lóg um rættarstøðu barnanna, uttan mun til um tey verða goldin av gjaldskylduga ella sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.a.”
3) § 51, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Skattgjaldarin, tilhalds- og atvinnukommunan hava rætt til at kæra álíkningina til Skatta- og Avgjaldskærunevndina eftir reglunum í løgtingslóg um toll- og skattafyrisiting.”
4) Í §§ 78, stk. 2 og 79, stk. 3 verður “6%” broytt til: “4%”.
5) Í § 120n verður “landsskattakærunevndin” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndin”.
6) Í §§ 128 og 151 verður “landsskattakærunevndini” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndini”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.
Tórshavn, 1. december 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður