Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. februar 2001Nr. 12
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 7 verður sett sum stk. 2:
“Stk. 2. Persónar, sum eftir løgtingslóg um almannapensjónir fáa hægstu fyritíðarpensjón, og persónar, sum eftir somu lóg fáa miðal fyritíðarpensjón, av tí at teir eru oman fyri 60 ár, men sum annars vildu fingið hægstu fyritíðarpensjón, verða undantiknir frá gjaldskyldu, sbr. § 8 a.”
2) § 8, nr. 1, verður orðað soleiðis:
“1. Fólka- og fyritíðarpensjón”.
3) Í § 8 verður sett sum nr. 4:
“4. Tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. “lov om børns retsstilling”, sbr. § 8 a.”
4) Sum nýggj § 8a verður sett:
“§ 8a . Undantøka frá gjaldskyldu eftir § 7, stk. 2, og undantøka eftir § 8, nr. 4, verður veitt eftir umsókn til Arbeiðsloysisskipanina. Undantøkan frá gjaldskylduni tekur við tann dagin, Arbeiðsloysiskipanin hevur fingið skrivliga umsókn um undantøku.”
5) § 15, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Útrokningargrundarlagið er móttikna A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysi er staðfest. Upp í útrokningargrundarlagið verður ikki roknað fólka- og fyritíðarpensjón, aðrar skattskyldugar almannaveitingar, A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini og tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. “lov om børns retsstilling”, í tann mun nevndu inntøkur eru undantiknar gjaldskyldu sambært § 8 a.”
6) § 16, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 70% av eini arbeiðaraársløn. Frádrigin hesi upphædd verða tey í § 8, nr. 1 og 4, nevndu undantøk, aðrar skattskyldugar almannaveitingar umframt aðrar veitingar, sum sambært lóg ikki verða skattaðar sum A-inntøka, tó undantiknar almennar veitingar til persónligar hjálparlutir og heilivág. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býttur við øllum døgum í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum.”
7) § 31, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann eftir ummæli frá stýrinum áseta nærri reglur um arbeiðsloysistrygging v.m. fyri teir persónar, sum fevndir eru av sáttmálum sambært hesi grein, heruppií fyri hesar persónar áseta reglur, sum víkja frá ásetingunum í kap. 3-5 í hesi lóg.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 9. februar 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður