11. februar 2013Nr. 12
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir
(Hoyring av kommunu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 11 frá 3. apríl 1970 um eigaraíbúðir, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 26. mai 1988 og løgtingslóg nr. 55 frá 25. mai 2009, verður í § 10 sum stk. 2 og 3 sett:
“Stk. 2. Øll sundurbýtismál skulu sendast avvarðandi kommunu til ummælis. Kommunan skal greitt tilskila, um eitt møguligt sundurbýti ikki er í samsvari við:
1) lóggávuna um byggi- og brunaviðurskifti,
2) eina góðkenda byggisamtykt ella býarskipan ella
3) lóggávuna annars.
Stk. 3. Verður tað í ummæli frá kommununi eftir stk. 2 ella á annan hátt upplýst, at tað við sundurbýtinum koma fram viðurskifti, sum ikki samsvara við reglurnar í teimum í stk. 2, nr. 1-3 nevndu viðurskiftum, verður sundurbýtið ikki góðkent uttan so, at avvarðandi myndugleiki hevur givið undantaksloyvi.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 11. februar 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 53/2012