Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. februar 2007Nr. 12
Løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Øki lógarinnar
§ 1. Henda løgtingslóg ásetir treytirnar fyri sjálvbodnum kommunusamanleggingum og eindum, ið sjálvbodnar samanleggingar ella kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur skulu halda seg innanfyri.
Sjálvboðin kommunusamanlegging
§ 2. Sjálvbodnar kommunusamanleggingar ella kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur kunnu verða framdar/framd innan hesar eindir:
1) Norðoyggjar t.e. Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, og Húsa kommunur.
2) Eysturoy, t.e. Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu, Nes, Runavíkar, Sjóvar og Funnings kommunur.
3) Sundalagið, t.e. Eiðis og Sunda kommunur.
4) Streymoy, t.e. Tórshavnar kommuna.
5) Vágar, t.e. Sandavágs, Miðvágs og Sørvágs kommunur.
6) Sandoy, t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur.
7) Suðuroy, t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur
Stk. 2. Vestmanna og Kvívíkar kommunur hava saman valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eindini 3, 4 ella 5. Hava Vestmanna og Kvívíkar kommunur ikki tikið avgerð innan 1. oktober 2009, tekur landsstýrismaðurin avgerð.
§ 3. Avtalur um kommunusamanlegging skulu hava fyrilit fyri:
1) at stovnseta kommunueindir, sum eru samfeldar landafrøðiliga og samferðsluliga,
2) Møguleikunum fyri at menna fólka-, vinnu- og búskaparviðurskifti,
3) at røkja kommunuuppgávur, og
4) at fólkatalið helst skal vera í minsta lagi 2000 borgarar.
Stk. 2. Reglurnar í stk. 1, nr. 1 og 4 eru ikki galdandi fyri útoyggjakommunur, ið hava ætlanir um kommunusamanlegging sínámillum.
§ 4. Áðrenn avtalur um kommunusamanleggingar verða góðkendar av landsstýrismanninum sambært § 5, skal semja í minsta lagi vera um:
1) kommununavnið, har heitið "kommuna" skal vera ein partur av navninum,
2) staðseting um, hvar og hvussu kommunustýrið finnur sær sæti,
3) mannagongd um samanlegging av fyrisiting,
4) uppgerð av ognar- og fíggjarviðurskiftum,
5) tíðarfesting um, nær samanleggingin skal vera fullførd, og
6) um staðbundnar nevndir skulu verða settar.
Heimildir
§ 5. Avtalur um sjálvbodnar kommunusamanleggingar skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann, eftir góðkenning frá viðkomandi kommunum, umskipa og tillaga kommunumark, har kommunusamanleggingin ber við sær óhóskilig marknaviðurskifti. Eru ivamál um kommunumark, tekur landsstýrismaðurin avgerð í málinum.
Stk. 3. Avgerðir sambært stk. 1 og 2 eru endaligar innan fyrisitingina.
§ 6. Uttan mun til, um tað snýr seg um kommunusamanlegging, kann landsstýrismaðurin góðkenna eina umskipan av markinum í millum kommunur, um semja er teirra millum.
§ 7. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging eftir ásetingunum í kommunuvallógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um vegleiðandi fólkaatkvøðu.
Gildiskoma
§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 77 frá 8. mai 2001 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar
§ 9. Tá henda løgtingslóg kemur í gildi, eru tær føroysku kommunurnar hesar: Fugloyar-, Svínoyar-, Viðareiðis-, Hvannasunds-, Klaksvíkar-, Kunoyar-, Húsa-, Fuglafjarðar-, Leirvíkar-, Gøtu-, Runavíkar-, Nes-, Sjóvar-, Sunda-, Eiðis-, Funnings-, Kvívíkar-, Vestmanna-, Tórshavnar-, Sandavágs-, Miðvágs-, Sørvágs-, Skopunar-, Sands-, Húsavíkar-, Skálavíkar-, Skúvoyar-, Hvalbiar-, Tvøroyrar-, Fámjins-, Hovs-, Porkeris-, Vágs- og Sumbiar kommuna.
Tórshavn, 22. februar 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jacob Vestergaard (sign.)
Lm. nr. 36/2006