26. februar 2010Nr. 12
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum verður í § 7, stk. 1, nr. 8 “2010” broytt til: “2015”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.
Tórshavn, 26. februar 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 65/2009