1. december 2003Nr. 120
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 171 frá 30. desember 1997 um skattafría samanlegging o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 172 frá 21. desember 2001, verður í § 12, stk. 1 aftaná 1. pkt. sett:
“Sama ger seg galdandi fyri tryggingarfeløg, ið eru skipað sum sínámillum feløg”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2003.
Tórshavn, 1. december 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður