12. desember 2007Nr. 120
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. verður sett inn sum nýtt kapittul 7a:
“Kapittul 7a
Aðrar ásetingar
§ 45 a. Landsstýrismaðurin kann, innan fyri lógarinnar karmar, áseta tær reglur, sum eru neyðugar til tess at fremja fyriskipanir, direktiv og avgerðir frá ES, innan handfaring og tilgerð av matvørum, matvørutrygd, reinføri o.a., sum Føroyar við einum av Løgtinginum góðkendum sáttmála við ES hava bundið seg til at seta í verk.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 12. desember 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 101/2007