Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. desember 2012Nr. 121
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(Húsalánsgrunnurin og Búnaðargrunnurin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 7. juni 2012, verður í § 1, stk. 1, nr. 17 aftaná “Føroya Realkreditstovnur” sett: “Íleggingargrunnurin fyri Føroyar, Húsalánsgrunnurin og Búnaðargrunnurin”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá inntøkuárinum 2013.
§ 3
Fyri Húsalánsgrunnin og Búnaðargrunnin, ið nevndir eru í § 1, stk. 1, nr. 17, eru hesar skiftisreglur galdandi:
1) Tað skattaár, sum teir fyrstu ferð verða skattskyldugir eftir reglunum í hesi løgtingslóg, verður nevnt skiftisskattaárið.
2) Fyri skiftisskattaárið verða maskinur, innbúgv og líknandi rakstrargøgn, sum teir eiga við byrjan inntøkuársins, settar til salduvirðið, sbrt. løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m., við tí virðinum, sum tey eru sett til í almenna roknskapinum fyri tað seinasta árið frammanundan skiftisskattaárinum, t.e. roknskapurin, sum fellur saman við ella endar í 2012. Henda upphædd verður hækkað við útveganarupphæddini fyri rakstrargøgn, sum eru útvegað í inntøkuárinum, og lækkað við upphædd, sum í sama tíðarskeiði er vunnin við sølu av rakstrargøgnum, alt sambært reglunum í avskrivingarlógini.
3) Fyri bygningar, sum kunnu verða avskrivaðir sambært avskrivingarlógini, ella innleggingar í hesum bygningum, og sum eru ognaðir ella liðugtbygdir áðrenn byrjanina av tí inntøkuári, sum er grundarlagið fyri skattaásetingini fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár, verður avskrivað fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár við prosentparti av útveganarvirðinum. Støðið verður tikið í teimum veruligu útveganarárunum.
4) Í sambandi við uppgerð av vinningi ella tapi av teimum í kapitalvinningsskattalógini nevndu virðisbrøvum verður útgangsstøðið tikið í kursvirðinum ultimo inntøkuárið 2012.
5) Fyri Húsalánsgrunnin og Búnaðargrunnin fer skatting fram, sum fyriskrivað er í § 5, stk. 3 í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan, við skattagrundarlagi, uppgjørt eftir reglunum, sum galdandi eru fyri aðrar skattskyldugar vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg, og við sama prosenti, sum galdandi eru fyri hesi.
Tórshavn, 7. desember 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 26/2012