15. desember 2014Nr. 121
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimtænastu, eldrarøkt v.m.
(Heimild til kommunurnar at innheinta inntøkuupplýsingar frá TAKS)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður í § 18, aftaná stk. 1, sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Kommunurnar hava heimild at innheinta inntøkuupplýsingar frá TAKS, ið eru neyðugar til at áseta gjaldið fyri tænastur sambært hesi lóg.”
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.
Í Tinganesi, 15. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 30/2014