Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2010Nr. 121
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðastuðul
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2008, verða hesar broytingar gjørdar:
1) Í § 1, stk. 1, nr. 4 verður “15” broytt til: “20”.
2) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Er ferðaleiðin á landi aftur og fram millum bústað og arbeiðsstað:
1) longri enn 20, men styttri enn 30 km, er stuðulin kr. 5,50
2) 30 km ella longri, men styttri enn 50 km, er stuðulin kr. 13,00
3) 50 km ella longri, men styttri enn 64 km, er stuðulin kr. 19,50
4) 64 km ella longri, men styttri enn 102 km, er stuðulin kr. 25,50
5) 102 km ella longri, men styttri enn 124 km, er stuðulin kr. 30,50
6) 124 km ella longri, men styttri enn 146 km, er stuðulin kr. 35,50
7) 146 km ella longri, men styttri enn 168 km, er stuðulin kr. 40,50
8) 168 km ella longri, men styttri enn 190 km, er stuðulin kr. 45,50
9) 190 km ella longri, men styttri enn 212 km, er stuðulin kr. 50,50
10) 212 km og longri, er stuðulin kr. 55,50.”
3) Aftaná § 2 verður sum nýggj grein sett:
“§ 2 a. Stuðul verður í mesta lagi veittur fyri 220 dagar árliga.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011.
Tórshavn, 22. desember 2010
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 27/2010