15. desember 2014Nr. 122
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum
(Kunngerðir frá Sjóvinnustýrinum kunngerast í Kunngerðablaðnum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2008, § 2 í løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, verður í § 2, stk. 2, 2. pkt. orðað soleiðis:
“Reglur, sum Sjóvinnustýrið ásetur sambært hesum heimildum, skulu kunngerast í Kunngerðablaðnum sum kunngerð frá Sjóvinnustýrinum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.
Í Tinganesi, 15. desember 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 33/2014